Løgreglan ovbyrjað um vikuskiftið

Vikuskiftið hevur verið sera ófriðarligt, og politiið hevur ikki sitið hendur í favn. Ein maður varð stungin undir húsaófriði, og ein kvinna varð varðhaldsfongslað. Hóast vakthavandi á politistøðini í Havn ikki veit tað nógva at siga um fólk, ið hava koyrt við kenning um vikuskiftið, so hevur løgreglan havt úr at gera. Av støðini siga tey, at nógv fólk hevur verið í býnum í høvuðsstaðnum. Ikki minst verða nógvar veitslur hildnar við ungdómum, ið eru hátíðarhalda lokna miðnámsútbúgving, og hetta sæst aftur í hagtølunum hjá politinum, verður sagt.

Ógvusligasta hendingin um vikuskiftið man helst vera, at løgreglan varð boðsend at skilja eitt par, sum var farið til hendurs. Húsaófriðurin endaði við, at annar parturin endaði á Landssjúkrahúsinum, meðan hin parturin varð settur fyri ein dómara, sum avgjørdi at varðhaldsfongsla viðkomandi. Kriminialpolitiið arbeiðir við hesum málinum.

Sum Portalurin skilir, hevði ein kvinna stungið ein mann, ið bløddi illa.

Neyðugt hevur tó ikki verið hjá politinum at boðsent eyka manning.