Í gjár fekk løgreglan fleiri fráboðanir um, at tað stinkaði av olju í Vágsbotni í Havn. Tórshavnar Sløkkilið fekk boðini frá løgregluni, men tá vóru hesi vitandi um tað, og høvdu frammanundan verið og hugt upp á støðuna.
Tað vísti seg, at olja lak frá Mullers pakkhúsið og inn í Vágsbotn við Miðlahúsið. Talan var um tunt lag av olju, sum er trupul at taka upp. Sløkkiliðið hevur lagt eina sokallaða "pylsu" í økið við oljulekanum. Hendan pylsan sýgur oljuna til sín og verður tikin upp aftur nakrar dagar seinni.
Illgruni er um, at orsøkin til lekan er ein bátur, sum fekk skaða herfyri og varð tikin upp til umvælingar. Tað er i øllum førum ikki ábendingar um, at tað kann vera onnur orsøk til hendingina.










