Seinnapartin leygardagin var eitt ferðsluóhapp uttan fyri SMS. Ein bilur varð árendur, men førarin, ið rendi á, hevði skund og rýmdi av staðnum. Løgreglan náddi tó at lesa nummarplátuna og gjørdi síðan skjótt av. Løtu seinni varð bilurin, saman við einari fullari kvinnu framman fyri róðrið, funnin í Vágum. Blóðroynd varð tikin av kvinnuni, ið síðan varð skuldsett fyri rúsdrekkakoyring.
Roykur úr bili
Sunnumorgunin klokkan 4.45. boðaði náttarbussurin frá, at ein bilur stóð mitt á vegnum við Sandvíkarhjalla. Førarin hevði koyrt úr Havn og var síðan uppsteðgaður mitt á vegnum. Tá løgreglan kom á staðið, kom nógvur roykur úr bilinum. Seinni vísti tað seg somuleiðis, at maðurin einki koyrikoyrt hevði, og at hann eisini hevði rent á ein pela og mist nummarplátuna á Vegnum Langa í Hoyvík. Førarin uttan koyrikort varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Fótur fastur í kobling
Sunnudagin klokkan tvey rendi ein vørubilur á ein garð úr betongi í Gundadali. Óhappið sá álvarsamt út, og tískil varð sjúkrabilurin boðsendur. Men fulli bilførarin hevði tíbetur ikki fingið stóran skaða av hendingini, men tó var fóturin fastur undir koblingini á bilinum, og maðurin noyddist tískil at fáa hjálp til at sleppa út. Seinni fann løgreglan somuleiðis útav, at maðurin eisini hevði rent á ein annan bil aðrastaðni í býnum.
Bilur í eini veit
Sunnukvøldið um klokkan 23 var eitt óhapp á Langasandi. Ein bilur lá hálvur í eini veit og hálvur á vegnum. Sjálvur bilurin fekk stóran skaða av hendingini, men ungi maðurin, ið koyrdi bilin, slapp snikkaleysur frá tilburðinum. Løtu seinni varð tað eisini uppdagað, at ungi maðurin als ikki átti bilin, men hevði stolið hann.
Bátur stolin
Leygarnáttina ætlaði ein maður sær avstað við einum báti á Skálatrøð. Løgreglan kom skjótt á staðið og fangaði mannin, áðrenn hann kom møguliga gjørdi skaða á seg sjálvan og aðrar bátar.
Forðingar á Landssjúkrahúsinum
Leygarnáttina klokkan hálvgum fýra varð løgreglan boðsend, tí nakrir ungdómar høvdu stáplað nakrar forðingar upp á vegin við Landssjúkrahúsið. Men tað vardi ikki leingi til forðingin varð beind burtur. Enn er eingin skuldsettur fyri hendingina, men løgreglan kannar enn málið.
Leygarnáttina klintraði somuleiðis ein fullur maður upp eftir grótvegginum undir Skansanum í Havn. Sjúkrabilurin varð boðsendur, tí maðurin var komin í trupulleikar og var dottin niður av grótvegginum.
- So alt í alt hevur vikuskiftið yvirhøvur verið heldur rokmikið. Orsøkin til hetta er helst, at fólk fyri kortum hava fingið løn og frítíðarløn, sigur vakthavandi á løgreglustøðini at enda.