Hann sigur vaksandi vind nú klokkan 16.00 og fram til á midnátt. Men í allan dag hevur verið nógvur vindur, tí kring landið hevur hann sagt frá upp í 47 m/s í hvirlunum.
Enn hava eingir stormskaðar verið, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Heldur ikki í nátt var nakað stríð av illveðrinum, hóast veðrið var ringt.
Løgreglan sigur, at tey eru til reiðar um nakað hendir í kvøld, men heitt verður á fólk um at rudda uttanfyri og soleiðis tryggja, at einki liggur og sløðist.
- Tað er ofta tað, sum elvir til skaðarnar, tá ið vindur er nógvur, sigur vakthavandi og heitir á fólk um at vera ansin.