Fyrr í morgnu skrivaðu vit her á in.fo eftir ynski frá løgregluni, at løgreglan leitar eftir einum bilførara í sambandi við, at ein kona varð árend á gonguteiginum uttanfyri Betri Banka í Saltangará í gjár. Men síðani hendan greinin varð skrivað hevur in.fo fingið meira at vita um hendingina og tað sama hevur løgreglan.
Les eisini: Løgreglan leitar eftir bilførara
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur nú, at orsaka av serligum umstøðum, sum einki hava við hendingina at gera, kundi árenda kvinnan ikki siga so nógv um tað, sum fór fram. Eingin hevur sæð sjálva hendingina, og eingin av teimum, sum komu til aftaná kendust við bilføraran og tí hevur løgreglan verið á berum.
- Nú hava vit so fingið at vita, at maðurin also gjørdi sína skyldu. Hann var á staðnum og hjálpti kvinnuni og koyrdi ikki víðari, sum vit upprunaliga hildu. Men enn vita vit ikki hvør hann er, sigur vakthavandi, sum tí framvegis sóknast eftir manninum.
Hetta er púra vanlig mannagongd, tí løgreglan eigur at finna fram til hvat er hent í einum ferðsluóhappi. Kvinnan, sum varð árend, hevur tað gott, men fær av øðrum orsøkum ikki greitt frá umstøðunum.