Løgreglan mátti taka svakan mann í Havn

Hann var ikki grannhavandi og tí varð hann settur í brummuna

Í morgun fekk løgreglan boð um, at ein maður lá á vegnum uppi við Havnará, og noktaði at flyta seg.

 

Tá ið løgreglan kom á staðið, varnaðust tey, at maðurin var rættiliga rúsaður og hann var ikki grannhavandi. Hann noktaði at flyta seg, og tá ið løgreglan skuldi taka hann, hótti hann við at leypa í ánna.

 

Tískil mettu løgreglufólkini, at frægast var at taka hann, tí hann var hættisligur fyri seg sjálvan. Eftir at maðurin hevði verið á Landssjúkrahúsinum til kanningar, varð hann fluttur á brummuna í Klaksvík at sita til rúsurin er runnin av honum aftur.