Annað jólakvøld er eitt av stóru veitslukvøldinum í árinum og løgreglan sigur eisini, at tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt.
Men tey siga somuleiðis, at sum heild hevur tað verið rættiliga friðarligt. Eitt undantak var kortini norðanfyri, har ein drukkin maður gjørdust so frá sær sjálvum í gjárkvøldið, at tey, sum vóru rundan um hann, ikki vistu sær onnur ráð enn at ringja eftir løgregluni.
Løgreglan royndi at tosa hann til rættis, men tað flættaðist ikki við hann og tískil varð hann tikin. Men tá ið hann var komin í løgreglubilin at sita, varð hann so óður, at hann traðkaði bakrútin á løgreglubilinum út í gjøgnum.
Hann liggur nú á løgreglustøðini í Klaksvík og tá ið hann vaknar aftur, fær hann eina bót, og eitt endurgjaldskrav fyri rútin í løgreglubilinum, við sær til húsar.
Annars hevur tað eisini verið rættiliga hált í nátt og fleiri ferðir er tað hent, at fólk eru dottin og hava meiðslað seg, ella tey hava smekkað høvdið og, og sostatt eru tað fleiri, sum hava verið á skaðastovuni til kanningar. Løgreglan sigur, at tá ið fólk smekka høvdið í, er tað vanlig mannagongd av trygdarávum, hóast eingin skaði er at síggja.
Nøkur ferðsluóhapp hava eisini veriðí hálkuni, men talan er bara um materiellan skaða.