Løgreglan má fáa fráboðan

Løgreglan gongur ikki á stevnum og festivalum og tekur smakkiroyndir av tí, fólk drekka. Verður nakað ólógligt selt, sum fólk vita um, er tað teirra skyld at boða løgrelguni frá, sigur fulltrúi á fútaskrivstovuni

Løgreglan er tann seinasta, sum fær at vita, um sterkt øl verður selt á almennum tiltøkum, sigur Linda Hesselberg, fulltrúi á fútaskrivstovuni. Tey, sum keypa slíkt, hava ikki áhuga í at siga okkum frá. Men kemur ein beinleiðis fráboðan, steðga vit slíkum beinanveg, sigur hon.
Tað er heilt greitt, at tað er ólógligt at selja sterkt øl á almennum tiltøkum i Føroyum, sigur Linda Hesselberg. Tí forðar rúsdrekkalógin fyri. Og tey, sum ætla sær at selja sterkt øl uttan fyri Tórsvøll, tá landsdystur verður har, kunnu sjálvandi vænta, at løgreglan fer at vísa áhuga fyri tí, tey havast at, nú boðað er frá tí frammanundan.
Hinvegin er tað ikki soleiðis, at løgreglufólk ganga á festivalum og stevnum og smakka á tað, sum selt verður, fyri at vita, hvussu sterkt tað er. Men fólk, sum siga seg kenna til óreglusemi, hava skyldu at boða løgregluni frá, og so verða stig beinaveg tikin til at steðga tí, sigur hon.
Linda Hesselberg vísir til dømi, har slíkar fráboðanirr eru komnar. Eitt nú tá eitt skeinkistað í Havn seldi sterkt uttan skeinkiloyvi.
Í slíkum føri steðga vit virkseminum beinanveg, og tann, sum ábyrgdina hevur, skal rokna við eini ikki so lítlari bót, sigur Linda Hesselberg, fulltrúi á fútaskrivstovuni.