Løgreglan lumpaði svikarar

Tað er sum kunnugt vandi fyri at detta í grøvina, sum ein grevur til onnur, og tað fingu tveir danskir dankostsvikarar at sanna fríggjanáttina.

Løgreglan kom eftir, at menninir høvdu sett lúriútgerð upp við eina sjálvtøku í býnum Auning í Eysturjyllandi, soleiðis at teir kundu fylgja við, tá fólk tóku pengar út. Um morgunin mundu menninir hava fingið nóg mikið av upplýsingum, men tá teir komu at taka lúriútgerðina niður, var løgreglan har og tók teir.

Teir báðir menninir eru nú skuldsettir fyri svik, og í dag skuldu teir í rættin í Randers, har løgreglan fer at krevja teir settar í varðhald, skrivar DR.