Løgreglan: Álopsmaðurin 52 ára gamal kenningur

Løgreglan í London hevur kunngjørt samleikan á manninum, sum framdi álop við bretska parlamentið í gjár. 

 

 

 

Hann var ein 52 ára gamal maður, sum varð føddur í Kent, og hevur búð í sentrala partinum av landinum seinastu árini. Tað skrivar DR í dag. 

 

 

 

Maðurin hevur ikki verið dømdur í terrormálum áður, men hann hevur dómar fyri annan kriminalitet - eitt nú harðskap, at bera vápn og at órógva almenna friðin, sigur løgreglan.

 

 

Maðurin er ein av teimum fýra, sum doyði eftir álopið í gjár, og hann særdi somuleiðis 40 fólk. 

 

 

Hann fekk sín fyrsta dóm í 1983 og sín seinasta í 2003, tá ið hann var dømdur fyri at bera knív. Islamiskur Statur hevur tikið ábyrgdina av álopinum.