Orsakað av einum tekniskum breki við eftirlitstólunum finnast ongar myndir av júst tí økinum, har tilburðurin var.
Soleiðis skrivar bretska løgreglan í frágreiðingini um tilburðin, tá ein løgreglumaður skjeyt brasilska elektrikaran Jean Charles de Menezes í undirgrundarbreytini í London. Men tað avsannar ein talsmaður hjá undirgrundarbreytini.
Minst trý av myndatólunum har virkaðu, sum tey skuldu. Tað er einki, sum bendir á, at tey vóru í ólagi, sigur hann við blaðið Daily Mail.
Løgreglan sigur, at hon hevði tikið bondini úr myndatólunum dagin fyri tilburðin, tí hon skuldi kanna, hvat var á teimum, og at nýggj bond vóru ikki sett í. Men eisini tað avsannar undirgrundarbreytin. Tey siga, at verður eitt band tikið úr, kemur eitt annað í av sær sjálvum.
Jean Charles de Menezes bleiv skotin í einum undirgrundarvogni, og sambært løgregluni finnast ongar sjónbandsupptøkur av tilburðinum, tí eingin harð-diskur var í upptøkutólunum. Men felagið Northern Line, sum rekur undirgrundarvognarnar, sigur, at tað er ikki rætt. Talsmaðurin hjá felagnum sigur við Daily Mail, at alt var í lagi við upptøkutólunum.
Mánakvøldið komu tveir serfrøðingar hjá brasilsku løgregluni til London at kanna, hvat veruliga hendi, tá Jean Charles de Menezes bleiv skotin.