Løgreglan: Leysgangandi hundar ein trupulleiki hvønn dag

Kring alt landið fær løgreglan fráboðan um leysgangandi hundar. Og hetta hendir at kalla hvønn dag. Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

 

 

Sum dømi kann nevnast, at bara í dag hevur ansingarmaðurin hjá løgregluni tikið upp fleiri hundar, sum hava gingið leysur – og í dag hava enntá verið verið fráboðanir um gæs, sum vóru til ampa fyri smábørn.

 

 

- Um vit taka ein leysgangandi hund, so fær eigarin eina bót á 300 krónur, og liggur hundurin fyri náttina, so er tað 125 krónur aftrat, sigur vakthavandi í kvøld.

 

 

Víðari verður sagt, at tað eru fleiri viðurskifti, sum skulu vera í ordan, um bótarupphæddin ikki skal hækka. Hetta er eitt nú, at hundurin skal hava frámerki har navnið á eigaranum og telefonnummar stendur.

 

 

- Serliga børn ræðast hesar leysgangandi hundarnar og tí fáa vit mangan fráboðanir frá fólki, sum eru bangin fyri hundunum, sigur vakthavandi.