Løgreglan: Leys djór eru gerandiskostur

Tað gongur ikki ein dagur, uttan at løgreglan fær fráboðan um, at antin hestar ella hundar ganga leysir í onkrum øki í landinum. Í gjár var einki undantak í so máta. Tí vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at í Øravík gingu hestar leysir, og í Klaksvík vóru tríggjar fráboðanir um leysgangandi hundar – har av tann eini var ávegis inn í undirsjóvartunnilin.

 

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at tað er hvønn dag, at eitt djór er burturmist ella gongur leyst.

 

 

- Tá ið so er, so ringja fólk til okkara, og tað er júst tað tey skulu gera. So ringja vit til aktingarmanning í tí avvarðandi kommununi, sum síðani fer út eftir leysa djórinum. Er tað ein hundur, so verður hann settur í búr hjá løgregluni í kommununi. Tá eigarin einaferð ringir eftir hundinum, so fær eigarin eina hampiliga rokning. Fyrst bót og síðani rokning fyri vistarhald. Tað kann lættliga blíva eini 1000 krónur, greiðir vakthavandi frá í morgun.