Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá umfatand dálking við plasti í Skálabotni. Løgreglan sigur, at talan er um túsundtals plastlutir, sum liggja og sløðast á strondini og síðani er tað staðfest, at talan er um lutir, sum hoyra til biofiltur, sum verða brúkt at reinsa vatn við. Talan er um lutir, sum eru í ymiskari stødd og í ymsum litum.
Løgreglan sigur, at tey hava tikið málið upp og eru farin at kanna tað, tí talan er um umhvørvisdálking. Sløkkiliðið á Skálafirðið fekk boð um hendingina og skuldi fara at taka upp.
Men tey siga, at síðani hetta málið tók seg upp, er komið fram, at talan er um sama trupulleika fleiri aðrastaðni í landinum, eitt nú í Norðoyggjum, í Vágum, ymsastaðni í miðstaðarøkinum og úr Suðuroy.
Løgreglan sigur, at talan er um rættiliga umfatandi dálking, men enn vita tey ikki, hvør tað, sum stendur fyri hesum, men tað er júst hetta, tey vóna, at kanningarnar fara at avdúka.