Klokkan 3:14 leygarnáttina brast ein bumba við løgreglustøðina á Hermodsgade á Norðurbrúgv í Keypmannahavn. Sambært løgregluni í Keypmannahavn fekk eingin skaða.
Løgreglan eftirlýsir í hesum sambandi ein mann, sum varð sæddur renna frá staðnum, tá bumban brast. Hann verður mettur at vera millum 15 og 25 ára gamal og 170-180 cm høgur. Maðurin var í myrkum klæðum og ljósum skóm, hann hevði hettu á høvdinum og ongar handskar. Men í hondini hevði hann ein svartan posa, sum løgreglan er sera áhugað í at hoyra nærri um.
Í dag deildi løgreglan í Keypmannahavn nakrar myndir av hesum manninum, sum tey vænta er gerningsmaðurin.
##med2##
Løgreglan vil fegin hoyra frá vitnum, og higartil hava fleiri enn 50 borgarar vent sær til donsku løgregluna í sambandi við bumbuna á Norðurbrúgv.
Hetta er seinna bumbuálopið móti einum almennum bygningi í Keypmannahavn innan fyri bara tríggjar dagar. Seinasta hálva árið eru í alt níggju bumbur brostnar í Keypmannahavn. Ein serbólkur hjá løgregluni kannar málið, og PET fylgir væl við.