Løgreglan leitar eftir fólki í hesum bilinum

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum veit nakað um hendan bilin á myndini at siga.

Talan er um ein reyðan Ford Escort Van, vøruvogn, sum sum er eyðkendur, tí hann hevur tvey gul arbeiðsljós á takinum.

Talan er um bilin, sum sæst á myndini.

Bilurin er stolin í Havn gjárkvøldið eftir klokkan 23, ella í nátt og hann er síðani brúktir til eitt innbrot í heilsøluni hjá Poul Hansen.

Síðani er bilurin farin norður eftir, men í Líðini í Kollafirði rendi hann út av og fólkið í honum rýmdu av staðnum.

Bilurin er helst farin út av ímillum klokkan 4 og 5 í morgum, ella har á leið.

Løgreglan hevur seinni funnið tjóvagóðs frá Poul Hansen í bilinum, har talan var um góðgæti, sodavatn og annað.

So vítt, løgreglan veit, er talan um trý ungfólk, sum kunnu setast í samband við bilin og teimum leitar løgreglan nú eftir.

Løgreglan vil fegin hava upplýsingar frá fólk sum vita nakað um bilin og fólkini, sum hava stolið hann.

Eitt nú vil fólk hava at vita frá fólki, sum hava sæð bilin í nátt fyri at staðfestam hvar hann hevur verið, tí møguleikin er til staðar, at hann eisini er brúktur til onnur innbrot enn tað hjá Poul Hansen.