Løgreglan leitar eftir einum vitni til eina hending í Runavík

 Løgreglan roynir framvegis at fáa greiði á eini hending í ferðsluni í Runavík. Hendingin fór fram 12. november í fjør, men hóast ein tíð er farin, hevur tað ikki eydnast løgregluni at fáa greiðu á, akkurát, hvat tað var, sum hendi. Tískil roynir løgreglan nú at koma á tal við ein rennara, sum kom fram við, akkurát tá ið hendingin var.

 

Talan var um eina hending á Mýravegnum í Runavík, beint sunnan fyri Gerðisveg, umleið klokkan fimm mánadagin tann 12. november.

 

Har hendi tað, at ein bilur, sum kemur koyrandi, steðgar fyri einum rennara, ið er á veg tvørtur um vegin. Men so sær bilførarin at ein rennifjøl liggur framman fyri bilin, og tá ið hann fer úr bilinum at vita, hvussu vorðið er, sær hann ein 12 ára drong, sum sigur at hann er ákoyrdur.

 

Men tað vil bilførarin ikki kennast við. Hann heldur ikki at hann kann hava koyrt á dreingin, tí hann hevur ikki lagt merki til nakað, og løgreglan sigur, at tað er heldur einki at síggja á bilinum.

 

Bilførarin sigur, at rennarin steðgaði at vita, hvussu støðan var og hann sigur eisini, at hann  spurdi rennaran um hann hevði sæð nakað. Men tað hevði rennarin og tá ið hann sá, at bilførarin tók sær av dreinginum, helt hann leiðina fram.

 

Men av tí, at tað er óvist, hvat fór fram, vil løgreglan fegin frætta frá rennaranum fyri at hoyra, hvat hann hevur hoyrt og sæð. Løgreglan sigur, at talan var um ein yngri mann, kanska ímillum 20 og 30 ár, og hann var í heilt vanligum renniklæðum.

 

Undir øllum umstøðum er tað greitt, at drongurin hevur fingið ein stoyt í høvdið og hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men talan var ikki um varandi mein. Og sjálvur minnist hann einki til hendingina, og tí vilja tey fegin hava orðið á rennaran, sigur løgreglan.