Løgreglan leitar eftir bilførara

Í gjár varð ein kona árend á gonguteiginum við Betri Banka í Saltangará, og løgreglan leitar nú eftir manninum, sum koyrdi

Í gjár klokkan 8 um morgunin varð ein kona árend á gonguteigi út fyri Betri Banka í Saltangará. Maðurin, sum koyrdi á konuna, fór úr bilinum og prátaði við hana fyri at vita, um alt var í lagi, og so koyrdi hann víðari. 

 

 

Nakrar tímar seinni - um klokkan 13.00 - fekk løgreglan fráboðan um hendingina. Hetta tí, at hóast tað kendist sum alt var í lagi tíðliga á morgni, so var tað ikki tað kortini, tí konan hevði brotið beinið. Hon var løgd undir skurð. 

 

 

Konan kendi ikki bilføraran og fekk heldur ikki nummarplátu hansara við. Løgreglan roynir tí at fáa fatur á manninum. Løgreglan kann røkkast á 351448.