Í nátt mátti løgreglan í Havn leggja upp í tá ið tað vísti seg, at eitt dansistað hevði opið ólógliga.
Samstundis varð hald lagt á allan vinningin, dansistaðið hevði fingið í kassan í gjárkvøldið.
Mitt í viku hava dansistøð bara loyvi at hava opið til á midnátt.
Men kortini hevði eitt dansistað opið langt eftir tað og tí mátti løgreglan upp í.
Løgreglan í Havn sigur, at tað var klokkan 01.45, at tey fingu fráboðan um, at eitt dansistað hevði opið.
Tá ið løgreglan kom á staðið, var heilt fitt av fólki inni, men tey vórðu øll rikin á dyr og dansistaðið lukkað og tað gekk alt í friði og náðum.
Samstundis varð hald lagt á allan vinningin, dansistaðið hevði havt í gjárkvøldið og sostatt legði løgreglan hald á 30.000 krónur, sum var tað, ið var komið í kassan.
Ákærar verður reist ímóti eigaranum, men akkurát, hvørja revsing, fútin fer at krevja, at eigarin skal fáa, er ikki greitt.