Løgreglan lagt hald á tveir bilar

Á tí eina bilinum hjá einum handilsligum samstarvsfelaga hjá Tom Hagen hevur onkur skavað í billakkið orðini "Vær stille".

 

Ein av handilsligu samstarvsfeløgunum hjá drápsskuldsetta norska miljarderinum, Tom Hagen, hevur meldað eitt herverk til løgregluna. Onkur hevur nevniliga gjørt seg inn á tveir bilar hjá viðkomandi, og á tí eina bilinum er orðini "Vær stille" skavað niður í lakkið.

Norska heimasíðan VG hevur sæð filmsbrot, har nevndu bilar, sum løgreglan nú hevur lagt hald á, verða koyrdir av staðnum á vogni. Heimasíðan hevur eisini staðfest, at "Vær stille" er skavað í lakkið á tí eina bilinum, og hin bilurin hevur eisini verið fyri herverki.

Løgregluadvokaturin og ákærin, Haris Hrenovica, váttar yvirfyri VG, at hald er lagt á nevndu bilar í samband við Lørenskog-málið, men hann vil ikki siga í hvørjum sambandi - ella, hvør orsøkin er til - at løgreglan hevur tikið hetta stig.

Tað var leygardagin hin 30. mai, at løgreglan fór á adressuna, har bilarnir høvdu verið fyri herverki. Her vórðu kanningar gjørdar, og løgreglan leitaði eisini eftir skógvasporum og fingramerkjum.

VG skrivar, at handilsligi samstarvsfelagin hjá Tom Hagen, sum átti bilarnar, ið høvdu verið fyri herverki, góðtók, at løgreglan tók bilarnar við sær til kanningar. Eigarin váttar eisini yvirfyri VG, at løgreglan segði seg vilja kanna bilarnar í samband við Lørenskog-málið.

- Fyri mær sær hetta út sum herverk. Eg havi ongan leiklut í Hagen-málinum, og eg veit ikki, hvør hevur gjørt hetta ímóti mær, sigur hann við VG. Sum skilst, fer løgreglan nú at kanna, um handilsligi samstarvsparturin hjá Tom Hagen kann hava verið hóttur til tøgn í Lørenskog-málinum.

Miljarderurin er skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv úr heiminum hjá hjúnunum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018, men Tom Hagen noktar seg sekan og sigur seg ongan leiklut hava í, at kona hansara sporleyst er horvin.

##med2##