- Støðan kring alt landið er vandamikil, og sjálvt bjargingarfólkini hava ringt við at fara út, sigur Jón Klein Olsen.
Hann sigur, at nú er tað hent, sum tey stúrdu fyri.
- Bjargingarfólk hava ikki havt umstøður til at tryggja tað, sum gjørdist leyst 23. desember, so nú fer alt tað, sum var í vanda tá, sigur Jón Klein Olsen.
Hann vísir á, at ein heilur bygningur er farin á Kambsdali og liggur og rekst úti á vegnum.
Men at kalla allastaðni eru stórir skaðar og nógv liggur og faksa runt í vindinum.
- Tí vil eg staðiliga heita á øll, um at vera verandi inni. Ikki farið út at rudda ella nakað slíkt. Lat tað bara liggja, nú mugu vit bara halda okkum innandura og lata tað fara sum fer, sigur Jón Klein Olsen.
Ingi Sørensen eigur myndina.