Løgreglan: - Lítið hugsandi at hon er á lívi

- Vit halda fast um okkara høvuðsástøðið sum sigur, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin, sigur norska løgreglan.

 

 

 

Hóast Svein Holden, advokatur hjá Hagen-familjuni í gjár greiddi frá, at familjan hjá Anne-Elisabeth Hagen aftur hevur havt samband við sonevnda mótpartin í málinum um horvnu ríkmanskonuna, heldur norska løgreglan framvegis tað framvegis vera lítið hugsandi, at konan er á lívi í dag, nú níggju mánaðir eru umlidnir, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog. 

Norska løgreglan hevur tískil ikki broytt nýggja ástøðið í kanningararbeiðnum sum sigur, at ríkmanskonan helst er dripin. Hetta gjørdist greitt, eftir at løgreglan seinnapartin í gjár skifti orð við miðlarnar eftir tíðindafundin, sum advokaturin, Svein Holden, hevði hildið við miðlarnar. Tommy Brøske (mynd) kanningarleiðari vísir á, at hóast sambandið, sum hevur verið, vantar framvegis prógvið um, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi.

Í nýggjastu boðunum, sum Hagen-familjan skal hava fingið frá mótpartinum, verður sagt, at ríkmanskonan er á lívi. - Vit skilja, at seinasta sambandið gevur familjuni eina vón um, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi. Tað er einki, sum løgreglan ynskir meira enn tað - og at hon kann koma saman við familjuni aftur. 

Tað var í juni mánaði, at kanningarleiðarin, Tommy Brøske, kunngjørdi, at høvuðsástøðið hjá løgregluni ikki longur er, at Anne-Elisabeth Hagen er rænd við fíggjarligum endamáli, men at konan helst er dripin. Hetta fall ikki í góða jørð hjá advokatinum hjá familjuni, sum framvegis er av teirri áskoðan, at tað júst er hetta, sum er hent og sum framvegis er galdandi.

Tommy Brøske endurtók í gjár orsøkina til, at løgreglan ikki hevur broytt sítt høvuðsástøðið eftir sambandið, sum skal hava verið hin 8. juli. Orsøkin er í fyrsta lagi, at familjuni framvegis vantar prógv um, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi. Men, tað er ikki bara hetta, sum løgreglan hongur seg í. Tað eru eisini kanningarnar í málinum annars, sum eru partur av orsøkin til framhaldandi støðuna hjá løgregluni í Hagen-málinum.

- Vit kunnu sjálvandi ikki útiloka, at talan er um rán við fíggjarligum endamáli - ella, at eitt hvørt er hent, sum hevur gjørt, at okkurt ikki er eydnast hjá møguligum ránarum. Men, vit halda fast um okkara metingar um, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin. Vit hava arbeitt út frá, at konan er rænd, men heildarmetingin sigur okkum, at hetta ástøðið er viknað, segði Tommy Brøske í gjár.