Løgreglan lítið at gera

Sum heild hava jólini hjá løgregluni í ár verið stak friðarlig

Jólini eru kend sum tann stóra gleðishátíðin. Men tó hendir tað seg meira enn so, at fólk drekka ov nógv og koma illa fyri um jólini. Og heldur ikki í ár er sloppið undan keðiligum hendingum um jólini, hóast jólini í ár hava verið heldur friðaligari hjá løgregluni enn undanfarin jól.


Datt av garði

Í Klaksvík datt ein maður niður av einum garði 2. jóladag. Hesin fekk skaða í høvdið, og varð hann beinanvegin fluttur á sjúkrahús. Eisini eru einsøk herverk framd í Klaksvík um jólini. Hesi herverk hava tó ikki verið tey heilt stóru. Talan er um onkran brotnan rút og annað líknandi. Harafturat eru einstakir menn farnir til hendurs í Klaksvík, og onkur hevur sovið rúsin av í klivanum í nýggju løgreglustøðini.


Ikki meir enn vanligt

Í Havn hevur løgreglan ikki havt meira at gjørt um jólini, enn hon vanliga hevur um vikuskiftini. Løgreglan í Havn hevur um jólini nærum bert verið boðsend at skilja menn, ið farnir vóru til hendurs 2. jólakvøld, sundur. Harafturat hevur onkur bilur í Havn fingið snuddir í hálkuni.


Yvirkoyrdur

Løgreglan í Runavík varð klokkan 7:40 jólaftansmorgun boðsend til eitt ferðsluóhapp, ið hent var í Søldarfirði. Talan var um ein ungan drong, ið var yvirkoyrdur. Hesin breyt lærið og fekk somuleiðis heilaskjálvta.


Grindaboð

Løgreglan í Vestmanna sigur, at einasta uppringingin, ið tey hava fingið um jólini, var jólaaftan, tá boðað varð frá grind. Men av tí, at hetta var jólaaftan, varð grindin ikki dripin.

Hinar løgreglustøðirnar boða frá siðiligum og friðarligum jólahaldi.