Talan var um sannan dramatikk millum Havnina og Kollafjørð týsdagin seinnapart. Løgreglan jagstraði ein 20 ára gamlan motorsúkkluførara, sum varð máldur at náa eini ferð á 193 km/t, og hesin varð fangaður við Mjáuvøtn í Kollfjarðadali, eftir at ein annar motorsúkkluførari eisini varð tikin fyrr um dagin.
Kløkkir og østir
Men jagstranin fekk eisini avleiðingar fyri tveir aðrar ósekar motorsúkkluførarar, sum vóru á veg suðureftir, tá løgreglan jagstraði einu motorsúkkluna norðureftir. Sosialurin hevur tosað annan teirra, sum vil vera ónevndur, og hann greiðir soleiðis frá.
- Vit eru á veg suðureftir og koma út úr Kollfjarðatunnlinum Kaldbaksmegin, tá ein løgreglubilur kemur ímóti okkum. Hann heldur helst, at annar okkara er hann, sum verður jagstraður og hevur vent við, og so stýrir hann yvir í okkara bana og kroystir okkum út av vegnum, greiðir viðkomandi motorsúkkluførari frá. Hann sigur, at áðrenn teir vórðu kroystir út í rabattina fram við vegnum, rendu motorsúkklurnar saman, og materiellur skaði stóðst av hesum, hóast eingin teirra varð løstaður. Hetta var tann aftasti av tveimum løgreglubilum, og hann var somikið langt aftanfyri jagstraðu motorsúkkluna og hin løgreglubilin, at hann møguliga ikki visti betri.
Motorsúkkluførarin greiðir frá, at teir frammanundan møttu jagstraðu motorsúkkluni við ýlandi ferð við tunnilsmunnan Kollfjarðamegin, og miðskeiðis í tunnlinum kom fyrri løgreglubilurin við sera høgari ferð eisini ímóti teimum. Tá teir so komu út úr tunnlinum í Kaldbaksbotni, møttu teir løgregluni í sivilbili, sum stýrdi ímóti og kroysti teir av vegnum, áðrenn hann fór víðari.
- Tað var ein einstakur løgreglumaður í bilinum, og tá hann fann útav, at vit vóru skeivu motorsúkklukoyrararnir, koyrdi hann víðari, og vit stóu sera kløkkir og østir eftir, sigur annar motorsúkklukoyrarin. Hann sigur, at teir vóru hepnir at sleppa so lætt, tí við meiri ferð kundi skaðin saktans verið størri orsakað av avgerðini, viðkomandi politistur valdi at taka.
- Tá politisturin stýrdi yvir í okkara bana beint ímóti okkum, føldi eg, at nú fór at enda galið, men tíbetur sluppu vit, verður greitt frá. Annar motorsúkkluførarin heldur, at vandamikla koyringin hjá løgreglumanninum er átalu vert, hóast hann sigur, at hetta nokk var eitt menniskjaligt mistak í eini hektiskari politijagstran.
Meldaðu
Teir báðir motorsúkklukoyrararnir hava meldað tilburðin í Kaldbaksbotni týsdagin, og teir siga, at eitt sakarmál væntandi verður av tilburðinum.
- Nú veit eg ikki, hvat alt endar við, men vit halda, at tilburðurin ikki kann góðtakast, og so fáa vit at síggja, hvat hendir, sigur motorsúkkluførarin at enda, sum saman við vinmanni fekk ein veruligan hvøkk týsdagin, tá løgreglan stýrdi ímóti og noyddi teir av vegnum fyri síðani at koyra víðari.
Fakta um motorsúkklur:
Fyrsta hálvár í 2003 vórðu 42 motorsúkklur innfluttar til Føroya
Fyrsta hálvár í 2004 vórðu 48 motorsúkklur innfluttar til Føroya
75 umsóknir til teori og 98 til koyring eru í løtuni á bileftirlitinum til motorsúkklu
450 skrásettar motorsúkklur eru í Føroyum