Í gjár lat Akstovan politistøðunum kring landið 364 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2017.
Løgreglan hevur verið skjót á fótum, tí í nátt vóru løgreglufólk úti og kliptu nummarplátur av umrøddu bilunum. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at talan er um 9 pør av nummarplátum, sum fóru í nátt.
Les eisini: 364 nummarplátur verða nú kliptar
Ert tú ein teirra, sum ikki hevur goldið vegskatt, so ber til at sleppa undan kliptu nummarplátunum, um eigarin av akfarinum kann vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu fyri løgregluni.