Løgregla og olja
Komandi oljuleiting, sum er beint í durunum - sett verður á at bora um góðar tvær vikur ella so - fer at vera ein nýggj avbjóðing fyri fleiri ymsar tættir í føroyska samfelagnum. Eitt nú fyri løgregluna. Við eitt verður arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá føroyskum løgreglufólki munandi broytt. Skjótt hevur løgreglan eisini til uppgávu at taka sær av tí, sum fer fram umborð á boripalli 100 fjórðingar úr landi.
Tað var í hesum sambandi, at løgreglufólk herfyri vóru á skúlabonki fyri at hoyra, hvørjar nýggjar uppgávur verða og hvussu hesar skulu loysast, nú fyrsti boripallurin nakrantíð kemur inn í føroyskt farvatn.
Tá ein boripallur verður fluttur er hann at meta sum eitt fartoy, og tá eru altjóða sjóreglar galdandi. Men tá pallurin er komin uppá pláss og er forankraður á landgrunninum, er hann ein fast installatión. Tá er eisini eitt trygdarøki uppá 500 metrar bæði sjó- og loftvegis. Í hesum økinum er føroysk og donsk lóggáva, sum er galdandi í Føroyum, í gildi. Við øðrum orðin fær tú her 100 fjórðingar úr Føroyum eitt føroyskt samfelag, har lógir og reglar, sum eru galdandi á landi, eisini eru galdandi har.
Hendir ein stór arbeiðsvanlukka á pallinum í heyst, so hevur føroysk løgregla skyldu til at taka sær av hesum og eitt nú at gera neyðugu kanningarnar.
Hetta er ein heilt nýggj avbjóðing fyri løgregluna sigur Jón Klein Olsen, løgregluovasti, sum hevur høvuðsábyrgdina av júst hesum økinum. Umborð verður arbeitt eftir serstøkum trygdarreglum, og skulu føroysk løgreglufólk fara umborð á pall og gera eitt arbeiði har, so mugu tey eisini hava innlit í arbeiðið umborð. Í tí sambandi hevur føroyska løgreglan tikið upp tætt samstarv við politiið í Stavanger og hevur man so tillagað tilfarið til føroyska lóggávu og viðurskifti.
Tað var í hesum sambandi, at tað herfyri varð skipað fyri einum skeiði í Havn, har politi úr Stavanger legði lag á og greiddi frá teirra royndum. Eisini vóru tvey fólk frá Statoil í Noregi og tvey frá Transocean við. Transocean er heimsins størsta pallfelag og eigur tað boripallin Sovereign Explorer, sum skal bora fyri Statoil og fyri Amerada Hess í Føroyum. Talan var um eitt tekniskt og taktiskt offshoreskeið fyri politifólk.
Jón Klein Olsen heldur tað vera rætt at fáa fólk til Føroya at halda slík skeið heldur enn at fara av landinum við fólkinum. Tað verður bíligari og tá verður tað eisini út frá føroyskum viðurskiftum. Løgreglan hevur annars gjørt eina sera góða avtalu við tyrlutænastuna hjá Atlantsflog. Teir venja regluliga einaferð um vikuna og venja seks løgreglufólk saman við teimum. So her avloysir tyrlan vanligu politibilarnar. Tíðin at flúgva út til pallin tekur umleið fimm korter.
Jón Klein Olsen dylur ikki fyri, at teir eisini gera seg út til at taka sær av umhvørvisfólki, um tey fara at leggja seg út við føroyska lóg. Í hesum og øðrum sambandi hava teir eisini tætt samstarv við Grampian Police. ?Tað er vert at vera fyrireikaður so væl sum gjørligt. Mánadagin vóru umboð fyri løgrregluni á kanningarferð umborð á boripallinum Sovereign Explorer, sum í løtuni er í írskum sjógvi.
Olav Jøppedal frá løgregluni í Stavanger, sum var við á skeiðnum, heldur føroyingar verða førar fyri at taka sær av teimum løgregluuppgávum, sum verða í leititíðini. Hann heldur ikki, út frá teirra royndum, at umhvørvisfelagsskapir eru stóri trupulleikin, men meira stórar vanlukkur.