Nógvir føroyingar deila í hesum døgum eini boð á sosiala miðlinum Facebook, har ávarað verður um rúsevnir, ið líkjast góðgæti. Í boðunum verður ávarað um, at onkur hevur framleitt rúsevnir, ið líkjast M&M's, gummibommum og sleikisneisum, og at børn kunna doyggja, um tey eta hesi rúsevnir. Boðini enda við, at hesi rúsevnir nú eru komin til Føroyar.
Tá Miðlahúsið spyr seg fyri hjá narkodeildini hjá løgregluni verður upplýst, at tey ikki kenna til søguna, og kenna ei heldur til, at nøkur slík rúsevnir eru í umfari í Føroyum.
- Vit kenna til handan trupulleikan frá Danmark, men vit kenna ikki til nakað slíkt í Føroyum enn. Men oftani eru vit tey síðstu at frætta slíkt, men tað er áhugavert, at slíkar søgur ganga í løtuni, verður upplýst av løgreglustøðini.
Narkodeildin kennir tó til, at sleikisneisar við PAC er komnar til Føroyar, men at tað ikki er líka vandamikið sum tað, ið nú verður ávarað um á netinum.