Løgreglan í Kastrup misrøkti uppgávu sína

Pressutalsmaðurin hjá Sea Shepherd, Frank Trinkle, sum hósdagin skuldi flúgvast til New York, slapp at broyta sín ferðaseðil og fara til Amsterdam ístaðin, tí løgreglan í Kastrup var ovbyrða og ikki hevði tíð at síggja til, at Trinkle fór umborð á rætt flogfar

- Har hendi, skulu vit siga, ein feilur her hjá okkum. Vit gjørdu tað mistak, at vit ikki ansaðu eftir at tann útvísti amerikumaðurin fór umborð á rætta flogfar, sigur ábyrgdarhavandi á Station 6 á flogvøllinum í Kastrup, John Vendelbo, í telefoninin spurdur hvussu tað bar til, at Frank Trinkle slapp sær til Hollands hósdagin, hóast løgreglan í Kastrup hevði fingið litið upp í hendi at fylgja honum í flogfarið til New York.

Sum vit skrivaðu leygardagin, fylgdi føroyska løgreglan hósdagin teimum trimum útvístu Sea Shepherd limunum umborð á eitt flogfar í Vágunum, sum skuldi føra teir til flogvøllin í Kastrup. Har skuldi løgreglan á staðnum standa fyri teimum og syrgja fyri at teir báðir útvístu hollendararnir fóru í flogfarið til Amsterdam, og at Frank Trinkle fór umborð á flogfarið til New York, hagar hann var útvístur til.

Men Frank Trinkle broytti sín ferðaseðil, og ístaðin fóru allir tríggir Sea Shepherd limirnir til Amsterdam.


Høvdu ikki tíð

John Vendelbo frá Station 6 tekur alla ábyrgdina av mistakinum á seg og kallar tað eitt keðiligt óhapp, sum ikki gjørdist minnið keðiligt av, at málið á onkran hátt hevði ein politiskan undirtóna.

- Man kundi trúð, at alt hetta hendi, tí vit her niðri ikki vildu hjálpa ella okkurt sovorði, men tað hevur einki við tað at gera, lovar áyrgdarhavandi á Station 6 á flogvøllinum.

Sum orsøk til at mistakið kom fyri, nevnir hann, at politistøðin á flogvøllinum í Kastrup í løtuni er undirmannað vegna feriu, og at løgreglufólkini høvdu sera nógv at gera hósdagin, og tí ikki høvdu tíð til at røkta allar sínar uppgávur til lítar.

Løgreglufólk stóðu tó fyri Frank Trinkle, tá hann og teir báðir útvístu hollendararnir komu í land av føroyaflogfarinum.

- Men orsakað av at vit høvdu so nógv annað at gera, fingu løgreglumenninir ikki verið hjá útvísta amerikumanninum, men máttu víðari til aðrar uppgávur.

John Vendelbo sigur, at løgreglufólkini á staðnum tosaðu við teir tríggjar menninar og mettu, at teir fóru at gera, sum teimum varð boðið.

- Men hasin amerikumaðurin fer niður og bookar sín ferðaseðil um, og tað hava vit ábyrgdina av, sigur hann.


Nú hendir ikki meira

Løgreglan í Kastrup hevur tikið mistakið til eftirtektar, men fer ikki at gera meira við málið.

- Eg havi minnt løgreglumenninar á støðini á, at teir altso verða noyddir til at fylgja teimum reglum, ið galda fyri slíkar uppgávur, og ikki kunnu loyva sær at misrøkja tær vegna ov stóra arbeiðsbyrðu.

Spurdur um hann heldur, at løgreglan í Føroyum sjálv átti at syrgt fyri, at teir tríggir Sea Shepherd limirnir komu á rætta stað, sigur ábyrgdarhavandi á Station 6, at tað er ein spurningur um starvsfólkatilfeingi.

- Man kundi sagt sum so, at tað eru tey, sum syrgja fyri fráferðini, ið fylgja við teimum ferðandi. Men hinvegin so er tað langur vegur úr Føroyum til Danmarkar, og løgreglan í Føroyum hevur so valt at "spara" tveir mans við at heita á løgregluna í Danmark um at standa fyri teimum í Kastrup, og tað haldi eg eisini var tað rætta.

Spurdur um løgreglan í Hollandi fekk at vita um tilburðin, sigur Vendelbo:

- Allir tríggir eru farnir úr Føroyum og úr Danmark, so eg haldi ikki at tað loysir seg at gera meira við hatta málið, sigur John Vendelbo.

Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni í Føroyum, sigur, at í Føroyum verður heldur ikki gjørt meira við málið.

So Frank Trinkle fær frið fyri løgregluni, har sum hann er, so leingi hann ikki kemur til Føroya aftur.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.

Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.