Fleiri fólk – millum eitt einir tvíburar í barnavongi – fingu í gjár skaða, tá ein sjúkrabilur, sum var stolin í Oslo, koyrdi á teir.
##med2##
Norska løgreglan sigur, at ein vápnaður maður rændi sjúkrabilin og varð tikin stutt eftir.
Sambært tíðindastovuni NTB er talan um ein 32 ára gamlan mann, sum er skuldsettur fyri drápsroynd. Hann hevur enn ikki tikið støðu til skuldsetingina, tí hann vil fyrst verða avhoyrdur. Tað verður ikki gjørt fyrr enn í dag, upplýsir verji hansara.
##med3##
Løgreglan hevur eisini tikið eina 25 ára gamla kvinnu, sum er skuldsett fyri at hava vápn. Kvinnan noktar seg hinvegin seg sambært verja sínum.
Kvinnan varð sædd við ein koppaðan bil í Oslo, og maðurin, sum varð handtikin fyri at hava rænt sjúkrabilin, varð eisini sæddur koma gangandi frá sama bili.
##med4##
Løgreglan skrivar á Twitter, at tað ikki er mistanki um, at tað skal hava samband við yvirgang.
– Løgreglan er ikki komin so langt ávegis við kanningunum, og vit arbeiða millum annað við at avhoyra vitni, tryggja vakmyndaupptøkur og onnur teknisk spor, skrivar blaðið VG.
##med5##
Maðurin tók seg inn í sjúkrabilin, sum stóð parkeraður, og koyrdi avstað við nógvari ferð. Løgreglan nýtti skotvápn fyri at steðga illgerðarmanninum.
Løgreglan upplýsti fyrr í gjár um tað eftirlýstu kvinnuna, at hon »hevði samband við handtikna mannin«.
##med6##
Ein kvinna við einum tvíburum í barnavogni og eitt eldri par vórðu ákoyrd ella máttu renna fyri lívinum, tá tann rændi sjúkrabilurin koyri ímóti teimum.
Sjúkrabilurin varð stolin um 12.30 tíðina og varð steðgaður eitt korter seinni.
##med7##
– Vit hava tamarhald á einum sjúkrabili, sum varð stolin av einum vápnaðum manni. Skot vórðu latin av fyri at steðga illgerðarmanninum. Hann er ikki illa særdur, skrivaði løgreglan í einu tweeti.
##med8##
Sambært Aftenposten var illgerðarmaðurin í hernaðargrønum buksum og kamuflasjujakka.
Fleiri norskir miðlar skriva, at løgreglna skeyt ímóti dekkunum á sjúkrabilinum í eini roynd at steðga honum, tá hann koyrdu burtur eftir at hava rakt fleiri fólk.
##med9##
– Fólk á staðnum krógvaðu seg aftan fyri parkeraðar bilar, sigur eitt eygnavitni, sum leggur afturat, at tríggir løgreglubilar tyktust at vera blvinir vrak.
/ritzau/NTB
##med10##