Løgreglan kannar oljudálking hjá SEV

Fútin skal nú gera av um oljudálkingin á Vágsfirði síðsta fríggjadag, skal fáa avleiðingar fyri SEV ella ikki.
Tað var fríggjamorgunin 14. mai, at fólk varnaðust, at rættiliga fitt av olju rann á sjógv úr tangaskipanini hjá SEV í Vági.
Løgreglan varð fráboðað og síðani hevur hon gjørt tær kanningar og avhoyringar, sum skulu til.
Jaspur Vang, økispolitileiðari í Suðuroy, sigur, at tey eru við at leggja síðstu hond á kanningarnar og nú og hann væntar, at málið verður avgreitt seinni í hesi vikuni.
Hann sigur, at tá verður málið latið fútanum, sum so skal taka støðu til um SEV, ella onkur annar, skal ábyrgdast fyri óhappið og um tað í so fall skal fáa avleiðingar.