Løgreglan kannar narkoring

Onkur er varðhaldsfongslaður, og leiðarin á kriminaldeildini hjá løgregluni váttar, at arbeitt við onkrum

Seinastu tíðina hava søgur gingið um, at ein narkoringur er avdúkaður í Føroyum. Ógreitt er hvussu stórur hesin ringur er, hvussu nógv fólk hann umfatar og hvussu nógv rúsevni talan er um.

Á kriminaldeildini hjá løgregluni eru tey eisini ógvuliga sparin við upplýsingum. Tað er einans leiðarin á deildini, Bergleif Brimvík, sum kann úttala seg og honum fæst ikki nógv burtur úr. Hann sigur, at tað er so ógvuliga avmarkað hvat hann fær sagt.

– Men eg kann vátta, at vit arbeiða við onkrum, sigur hann.

Meira fæst ikki burtur úr honum. Hann ynskir ikki at viðmerkja hvussu nógv fólk talan er um, og ei heldur, um hvussu nógv og hvørji rúsevni eru upp í blandað.

Heldur ikki fær Bergleif Brimvík sagt nakað um, hvørt hetta mál minnir um stóra rúsevnismálið, har dómur fall 14. mai, og millum annað ein kvinna fekk tvey ár handan rimar fyri keyp, sølu og innsmugling av rúsevnum.

Hann vísir bara til omanfyristandandi svar, um at arbeitt verður við onkrum.

Sosialurin veit tó, at fólk eru handtikin og varðhaldsfongslað í hesum málið, og Sosialurin fer eisini at fylgja málinum upp, tá meiri er at frætta um tað, sum í løtuni verður rópt ein »narkoringur«.