Løgreglan kannar bilar kring landið

Í dag og í gjár eru kanningar gjørdar í eitt nú Suðuroy og í Havn. Nógvar frágreiðingar eru skrivaðar, sum geva bøtur, og fleiri átalur eru givnar Løgreglan er nú farin undir at kanna bilar kring alt landið, og fyrstu átøkini hava longu verið í dag og í gjár.

Hetta eru sonevndar grein 13-kanningar.

Í gjár kannaði løgreglan tilsamans 228 bilar á fýra ymiskum støðum í Suðuroy.

38 frágreiðingar vórðu skrivaðar, harav tær flestu vóru fyri vantandi trygdarbelti, vantandi koyrikort, ymiskar lyktafeilir og niðurslitin ella skeiv dekk.

Aftrat hesum gav løgreglan í kanningunum í Suðuroy 29 átalur fyri ymisk smærri brek.

Um middagsleitið í dag kannaði løgreglan eisini bilar á Vegnum Langa í Havn.

Tilsamans 83 bilar vórðu kannaðir, harav 13 frágreiðingar vórðu skrivaðar fyri eitt nú lyktafeilir, vantandi koyrikort og slitin dekk.

Aftrat teimum 13 frágreiðingunum, gav løgreglan 7 bilførarum átalur.

Í hvørjum einstøkum føri, har frágreiðing verður skrivað, verða bøtur givnar, og minsta bótin eftir broytingunum í ferðslulógini er 500 krónur.

Løgreglan sigur, at átøkini, sum nú eru sett í verk, ætlandi verða um alt landið í hesi vikuni og í næstu viku.