Tað stóð nógv á, tá Michael Owen í evstu løtu tryggjaði Manchester United sigurin í dramatisku grannauppgerðini á Old Trafford í gjár. Eftir dystin hevði ein fjeppari hjá Manchester United hug at niðurgera grannarnar, og tá hann kom inn á vøllin, fekk tað ilt í Craig Bellamy. Spælarin, sum hevði skorað tvær ferðir í dystinum, skumpaði fjepparan heldur harðliga í andlitið, og hóast málið ikki er meldað, so verður hetta í løtuni kannað av løgregluni í Manchester.