Løgreglan kannar bæði harðskap og herverk í nátt

Tað hevur verið rættiliga fitt av fólki í býnum í nátt, men tað hevur verið lutfalsliga friðarligt kortini, sigur løgreglan. Kortini hava tey tveir mál, sum skulu kannas nærri í gjár.

Í gjáramorgunin ringdi ein bilførari til løgregluna, tí bilurin var punkteraður, og hann hevði illgruna um, at talan var um herverk. Bilurin stóð ovaliga í gongugøtuni í Havn og tá ið løgreglan kom á staðið funnu tey ein annan bil beint við, har tvey av dekkunum vóru fløt. Løgreglan sigur, at tað kundi staðfestast, at tey vóru stungin á hol og tí viðger løgreglan málið sum herverk, men tey hava ikki illgruna til nakran ávísan í løtuni.

Í Løgreglan kannar eisini eitt mál um harðskap í Havn í nátt. Tveir mans komu til ilnar og í hesum sambandi skal annar hava sligið hin, uttan kortini at nakar skaði stóðst av. 

Men rúsdrekka var uppi í, so tað eydnaðist ikki løgregluni at fáa greiði á málinum í nátt, tí eingin fekk givið nakra frágreiðing, sum samanhangur var í. Tey vita kortini, hvør tað var, sum var uppií, so partarnir verða avhoyrdir í dag.

Efttir midnátt í gjárkvøldið vóru boð send eftir løgregluni, tí ein maður gekk ørur og leikaði í, og hótti fólk í miðbýnum í Havn.

Tað eydnaðist ikki løgregluni at tosa hann til sættis, so hann varð handtikin og settur á støðina at bíða til hann var kólnaður aftur. Tað var hann í morgun og hann er sostatt leyslatin aftur, men hann fær kortini eina bót upp á 600 krónur í postinum fyri at hava brotið politiviðtøkurnar, tí hann órógvaði almenna friðin, sum tað eitur. 

Annars varð klokkan flutt í nátt og skeinkistøðini mistu sostatt ein tíma, men løgreglan sigur, at eingir trupulleikar stóðust av hesum, tí øll stongdu tá ið tey skuldu.