Í gjárkvøldið gjørdi løgreglan í Suðuroy nógv burtur úr at kanna ferðsluna, serliga við atliti at, hvussu skkótt bilarnir koyrdu.
Eini 50 bilar vórðu kannaðir, og av teimum var tað ein, ið koyrdi ov skjótt. Hann koyrdi 69 kilometrar um tímar í bygdum øki, har tað annars er loyvt at koyra 50, so tað fær bilførarin eina bót fyri.
Hinvegin fingu onkrir aðrir bilførarar eisini átalu fyri ymisk smærri viðurskifti, sum ikki vóru eftir forskriftunum.
Annars sigur løgreglan, at tað hevur ikki verið nakað serligt av fólki í býnum og at tað hevur verið stak friðarligt í nátt.