Tann, sum tekur kjansin og koyrir við kenning, kann skjótt enda í hondunum á løgregluni og fáa ta revsing, sum slík brot føra við sær.
Leygarkvøldið steðgaði løgreglan í norðurøkinum umleið 30 bilførarum fyri at kanna, um alt var í lagi.
- Vit kannaðu serliga, um bilførarar koyrdu edrúir, og tað gjørdu allir teir, sum vit komu fram á hetta kvøldið.
Løgreglan í norðurøkinum sigur, at tey regluliga eru úti og kanna eftir, um alt er, sum tað skal vera bilaferðsluni.