Løgreglan kannaði 100 bilar í Vágum

Meiri enn tíggjundi hvør bilførari fekk bót fyri ikki at hava síni viðurskifti eftir forskriftunum

Í gjáramorgunin var var løgreglan vesturi í Vágum við tí endamáli at kanna ferðsluna og fyri at vita um bilarnir vóru í lógligum standi og um bilførarnir annars høvdu øll síni viðurskifti eftir forskriftunum.

Kanningarnar fóru fram tað mesta av fyrrapartinum og tilsamans vóru 100 bilar steðgaðir, sigur løgreglan.

Og tilsamans fingu 12 bilførarar bót fyri ymisk viðurskifti, sum vóru eftir forskriftunum.

Átta bilførarar høvdu ikki koyrikortið uppi á sær og á tveimum bilum vóru tað onkrar lyktir, sum ikki lýstu.

Men so vóru tað eisini nakrir bilførarar, sum fingu bót tí at dekkini undi bilunum vóru ikki eftir forskriftunum. Í onkrum førum vóru dekkini ov illa slitin og í onkrum føri vóru ymisk sløg av dekkum undir bilinum, og tað skal tað ikki vera.

Umframt hetta fingu 12 bilførarar átalur, tí onkur smávegis viðurskifti vóru ikki eftir bókini, og sum teir vóru bidnir um at fáa í rættlag.