Løgreglan kannað 30 bilar

Løgreglan hevur lagt seg eftir at kanna bilar í Havn um vikuskiftið.

Løgreglan hevur lagt seg eftir at kanna bilar í Havn um vikuskiftið.

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at áleið 30 bilar vórðu kannaðir. Og tað vísti seg, at hesir bilførarar vóru ábyrgdarfullir.

 

 

Út av teimum 30, sum vórðu kannaðir, vóru einans 2 bilførarar, sum fingu átalu frá løgregluni. Annars stóð væl til hjá hinum 28.

 

 

Umframt hetta hevur løgreglan eisini verið á eftirlitsvitjanum á vertshúsum í Suðuroynni, í Havn og í Norðoyggjum, og tað vísir seg, at støðan er góð, tí einki var at koma eftir á nøkrum av støðunum. Vakthavandi sigur, at tað varð eitt nú kannað, um rúsdrekka varð selt til tey undir 18 ár. Og samstundis varð hugt eftir, at ov nógv fólk ikki vóru inni í senn og um loyvini vóru í ordan.