Løgreglan kannað 280 bilar í Suðuroy

– Og tað kom illa við hjá nógvum av bilførarunum

 Hóast Suðuroyggin ikki er landføst við meginøkið, hendir tað seg eisini meiri enn so, at løgreglufólk úr Havn fara til Suðuroyar at kanna ferðsluna.

 

Og tað gjørdi løgreglan aftur í hesi vikuni, tá ið tey vóru í Suðuroy í tveir dagar og kannaðu ferðsluna.

 

Løgreglan sigur, at eini 280 bilar vóru steðgaðir, og ásannast má, at tað vóru rættiliga nógvir bilførarar, sum ikki høvdu øll síni viðurskifti í rættlag.

 

Hesar báðar dagarnar fingu 43 bilførarar eina átalu. Tað fingu teir tí at ymisk viðurskifti vóru, sum ikki vóru heilt eftir forskriftunum. Men her var talan um viðurskifti, sum høvdu so lítið upp á seg, at tey vóru ikki til vanda fyri ferðslutrygdina, so teir sluppu undan at fáa bót.

 

Men so lætt sluppu 47 aðrir bilførarar ikki, tí teir fingu allur bót fyri ymisk viðurskifti, sum ikki vóru ílagi.

 

Løgreglan sigur, at sjey bilførarar fingu bót tí teir ikki høvdu koyrikortið uppi á sær, 16 bilførarar fingu bót fyri ikki at sita í trygdarbelti.

 

Harumframt fingu 14 bilførarar bót tí at lyktirnar ikki vóru ílagi, og harafturat fingu fýra bilførarar bót fyri at brúka lyktirnar skeivt. Tað kann vera, at teir ikki høvdu tendraðar lyktir í myrkri.

 

Og at enda fingu seks bilførarar bót tí at dekkini ikki vóru sum tey áttu, umframt at einstakar bøtur vórðu givnar fyri onnur viðurskifti.

 

Og at enda kann nevna, at løgreglan tók eisini ein mann á prutl og tá ið tað var kannað, vísti tað seg, at tað koyrdi nógv skjótari enn loyvt var. Tískil misti prutlførarin koyrikortið til prutlið treytað og tað merkir, at hann má taka koyrikortið til prutl av nýggjum, annars missur hann tað. Og samstundis fær tann, sum eigur prutlið, bót fyri at hava broytt tað so at tað kundi koyra skjótari enn loyvt er.