Løgreglan kann finna pedofilarnar

Richard Mortensen, stjóri á FT Samskifti, sigur, at um løgregla vil kanna, hvør tað er, sum leitar eftir barnaporno á internetinum, ber tað til.

Stjórin á FT Samskifti sigur, at Føroya Tele sjálvt tók stig til at koma við í eitt norðurlendskt samstarv um eitt slíkt barnapornofiltur, og endamálið við hesum er at verja kundarnar og børnini.

Liggja ovarlaga
 Vit gera hagtøl yvir hesar leitingar, sum vit senda donsku ríkisløgregluni, ið vit jú samstarva við á økinum. Um løgreglan ynskir at gera eitt serligt arbeiði og kanna, hvør tað er, sum leitar eftir barnaporno, ber tað til. Hetta krevur tó, at løgreglan fyrst hevur eitt politimál, ið skal kannast. Tá kann løgreglan sleppa inn á skipanina hjá okkum at kanna eftir, hvagani leitingarnar eftir barnaporno stava, sigur Richard Mortensen.
Stjórin í FT Samskifti greiðir frá, at í mun til grannalondini hjá okkum liggja Føroyar ovarlaga á listanum yvir barnapornoleitingar í mun til fólkatalið, og at hetta prógvar, at tað var rætt av Føroya Tele at taka stig til at verða við í norðurlendska samstarvinum.
 Eg vóni tó, at vit við nýggja filtrinum fáa steðgað hesi gongd, og eg bæði vóni og vænti, at talið av slíkum leitingum fer at lækka. Tað eru í hvussu so er royndirnar úr okkara grannalondum, sigur Richard Mortensen.