Enn hevur løgreglan ikki fingið greiði á, hví ein bilførari rendi í grótveggin í Kollafjarðar tunlinum seinnapartin í gjár.
Tað var beint fyri náttúrðatíð í gjár, at boð vórðu send eftir løgreglu, bjargingarfólki og sjúkrabili, tí ein bilførari hevði rent í grótveggin í tunlinum. Løgreglan sigur, at vitni siga, at koyringarlagið var eitt sindur óstøðugt beint fyri óhappið og bilurin, sum var nakað gamal, verður nú kannaður at vita um hann hevur eitt tekniskt brek.
Bilførarin, sum eisini var komin rættiliga væl til árs, varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann slapp frá óhappinum uttan stórvegis mein, sigur løgreglan.










