Løgreglan hevur stongt ein veg í Havn

Vilja hava fólk at halda seg burtur

 

Løgreglan hevur stongt eitt strekki av J.C. Svabosgøtu í morgun. Tað er strekkið inn ímóti býnum, ella ímillum V.U Hammersheimbsgøtu og Landsbókasavnið, sum er byrgt av.

 

##med2##

Løgreglan sigur, at orsøkin er, at tey eru í ferð við at kanna eitt mál og tí vilja tey hava fólk at halda seg burtur. Men tey vilja ikki upplýsa, hvat tað snýr seg um,

 

##med3##