Løgreglan hevur kannað býbussarnar í Havn

Tað hoyrist javnan at býbussarnir koyra við ov nógvum fólki og tað hevur løgreglan kannað

Tað er javnan at hoyra, at býbussarnir í Havn við alt ov nógvum fólki og í gjáramorgunin gjørdi løgreglan eina roynd at kanna, um hald er í atfinningunum um, at bussarnir hava fleiri fólk við, enn teir hava loyvi til.

 

Serliga eru tað bussarnir, sum koyra til og frá Glasi, sum eru fyri atfinningum, og tað vóru nettupp hesar bussarnir, løgreglan kannaði í gjáramorgunin. Men løgreglan sigur, at teir bussarnir, sum vórðu kannðir úti við Glasir í gjáramorgunin, høvdu ikki meiri fólk við enn teir høvdu loyvi til.

 

Løgreglan vísir á, at bussarnir hava sitipláss til 29 ferðafólk, men afturat tí hava teir loyvi til at hava 31 standandi ferðafólk við. Sostatt hava teir tilsamans loyvi at hava 60 fólk við, og tískil síggja teir rættiliga rokaðir út við fólki. Og tað kann geva fólki ta fatan, at teir koyra við ov nógvum fólki, heldur løgreglan – men tað var so ikki støðan í gjáramorgunin, leggja tey afturat.