Løgreglan hevur havt eitt rættiliga friðarligt vikuskifti.
Fríggjakvøldið varð løgreglan boðsend at hjálpa eini kvinnu, sum maðurin hevði sligið, og í nátt hevur verið at kalla steindeytt.
Les meiri um tað HER
Í nátt ringdu fólk til løgregluna og boðaðu frá, at nakrir bilførarar koyrdu skilaleyst í R.C Effersøesgøtu, ella at teir koyrdu kapp. Talan var um nakrar ungar bilførarar og løgreglan fekk fatur á onkrum av teimum og fekk tosað nøkur álvaraorð við hann. Meiri hendir ikki í málinum, tí tey fingu ikki mált, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.
Annars vórðu tveir bilførarir tiknir fyri at koyra alt ov skjótt. Annar koyrdi 115 kilometrar um tíman og hin koyrdi 117 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80, og teir fáa baðir eitt klipp í koyrikortið.
Og í gjár ringdi eisini onkur til løgregluna at boða frá, at ein deyður stórhval lá og fleyt uttanfyri Nes og hann rak upp á turt á raktanga. MRCC fekk boðini um tað, so tey fylgja við.