Løgreglan hevur havt eini stak friðarlig jól

Eisini stóra veitslunáttin í nátt hevur verið stak friðarlig

 

Sum heild hevur tað verið stak friðarligt á jólum. Løgreglan sigur, at nógv tað mesta av tí, tey hava havt at takast við, eru vanligar uppgávur hjá løgregluni, eitt nú at senda sjúkrabilar eftir sjúklingum og tílíkt. Men burtursæð frá vanligu uppgávunum, hava telefonirnar ikki ringt nógv.

 

Í gjár varð ein maður varðhaldsfongslaður fyri grovan harðskap. Tað kanst tú lesa meiri um HER

 

Á Strondum varð sami bilførari tikin tvær ferðir fyri at koyra við kenning. Tað kanst tú lesa meiri um HER

 

Annað jólakvøld er eitt av stóru veitslukvøldinum í árinum, men eisini í nátt hevur tað verið heilt friðarligt. Í nøkrum førum fóru fólk at keglast, men eisini løgreglan var í býnum, og tey fingu lagt upp í, áðrenn nakað meiri spurdist burtur úr.

 

Ein maður varð tikin fyri at hava eina lítla nøgd av rúsevnum upp á sær og tað er hann nú skuldsettur fyri. Annars gjørdi løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna í nátt. Í hesum sambandi koyrdu tey í nakrar tímar í fastari rutu ímillum Havnina og Eiði og steðgaðu teimum bilum, tey komu fram á. Men har var einki at finnast at, og eingin bilførari varð skrivaður upp í tí sambandi.