Løgreglan hevur gjørt umfatandi ferðslukanningar í nátt

– Og í nátt høvdu skeinkistøð opið nógv longur enn mynduleikarnir vilja

Í nátt hevur løgreglan gjørt rættiliga nógv burtur úr at kanna ferðsluna ymsastaðni í miðstaðarøkinum. Men samstundis mugu tey ásanna, at standurin var rættiliga góður.

Serliga hava tey kanna um bilførararnir vóru edrúir og, hvussu skjótt bilarnir koyrdu, men av øllum teimum tíggjutals bilunum, sum vórðu steðgaðir, var tað ikki meiri enn ein bilførari, sum varð skrivaður upp.

Í hesum sambandi kannaði løgreglan ferðsluna yvir við Strond í nátt, har 40 bilar vórðu steðgaðir, men har vóru allir bilførararnir edrúir. Onkrir bilar manglaði eina peru, ella tvær, og tað fingu bilførararnir eina átalu fyri við boðum um at fáa perurnar skiftar.

Á strekkinum ímillum Havnina og Kollafjørð vórðu 17 bilar steðgaðir, men har var alt í lagi hjá øllum, og tey høvdu somuleiðis eyga við ferðsluni á Norðoyastevnu, men eisini har var støðan fyrimyndarlig.

Annars gjørdi løgreglan eisini ferðmátinar í Norðskálatunlinum og har varð ein bilførari tikin. Hann koyrdi 101 kilometrar um tíman og tað fær hann klipp í koyrikortið fyri, umframt eina bót upp á 1.500 krónur.

Annars sigur løgreglan, at nakað av fólki var í býnum í nátt. Í sambandi við korona, hava myndugleikarnir mælt til, at skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 22, men tað hevur ikki verið hildið í fleiri vikur nú.

Og løgreglan sigur, at í nátt var tað ikki fyrr enn klokkan tvey, at skeinkistøðini í Havn høvdu latið aftur.

Sostatt savnaðust fólk úti á gøtunum, men tey siga, at hjá løgregluni spurdist einki burtur úr tí, tí lagið var gott.