Heima í Onglandi høvdu Gerry og Kate McCann vónað, at tann nýggja løgreglufrágreiðingin fór at reinsa tey fyri allan illgruna, skrivaa bretsku bløðini Daily Mail og The Sun. Men beint tvørturímóti staðfestir frágreiðingin, at tað vóru tey, sum kostaðu henni lívið. Tað hendi av einum ella øðrum óhappi, og aftaná beindu tey líkið av gentuni burtur. Frágreiðingina, sum bløðini sipa til, hevur portugisiska løgreglan skrivað, og hon varð latin ákæruvaldinum í gjár, skrivar portugisiska blaðið Correio da Manha, ið sum tann fyrsti fjølmiðilin nevndi ta nýggju frágreiðingina í gjár.
Sakførarin hjá McCann-hjúnunum, Edward Smethurst, sigur við Daily Mail, at honum kunnugt hevur portugisiska løgreglan als ikki skrivað nakra nýggja frágreiðing. Hann dylur ikki fyri, at er talan um eina nýggja frágreiðing við tí innihaldi, sum bløðini siga, er tað eitt stórt vónbrot fyri Garry og Kate McCann.
Bretsku bløðini skriva, at Gerry og Kate McCann høvdu vónað, at portugisiski sansóknarleiðarin Paulo Rebelo hevði slept tankanum um, at tað vóru foreldrini, sum á ein ella annan hátt tóku lívið av Madeleine. Men sambært bløðunum hevur hann framvegis hesa hugsanina.
Talsmaðurin hjá McCann-hjúnunum, Clarence Mitchell, sigur í einari viðmerking til tíðindini í bløðunum, at foreldrini eru framvegis sannførd um, at Madeleine bleiv burturflutt, og at hon er í Marokko. Foreldrini hava sett eitt spanskt rannsóknarlið at leita eftir gentuni, men higartil uttan úrslit.