Náttina til fríggjadagin var løgreglan í Havn úti og gjørdi ferðmátingar. Tveir bilførarar vóru tiknir á Kaldbaksvegnum, har báðir koyrdu 108 km/t.. Hesir fáa báðir klipp og bót. Fríggjakvøldið varð ein førari tikin á vegnum Millum Fjarða fyri at koyra 117 km/t., og hesin fær somuleiðis klipp í koyrikortið og tilhoyrandi bót.
Fríggjamorgunin var ein bilur farin útav omanfyri Sørvág við tveimum útlendskum fólkum í. Maðurin, sum er íslendskur, varð seymaður í vørrina, meðan kvinnan, sum er týsk, fekk ilt í ryggin. Bæði vóru koyrd á sjúkrahús.
Fríggjadagin um klokkan tvey var eitt ferðsluóhapp í Kollfjarðatunnilinum. Ein bilur, sum kom koyrandi norðeftir, kom yvir á mótsætta akbreyt og rendi í síðuna á einum mótkoyrandi bili. Tann árendi bilurin fekk ikki koyrt víðari, meðan hin rýmdi av staðnum. Orsøkin var at hann hevði einki koyrikort, men hann var fangaður seinni og viðgekk brotsgerðina.
Sunnudagin seinrapart fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin útav í seinasta svinginum omanfyri Statoil í Kollfjarðadali. Bilurin gjørdist vrak, og ferðafólkið í bilinum fekk nakrar pentur. Løgreglan kannaði føraran fyri rúsdrekka og um hann hevði koyrikort, men har var alt í lagi.
Sló hýruvognsførara og ferðafólk
Leygardagin varð løgreglan útkallað til eitt harðskapsmál í Havn. Ein maður hevði sett seg inn á forsetrið í einum hýruvogni, har tvey fólk longu høvdu sett seg inn. Tá hesi so talaðu at, kvitteraði hann við at sláa eftir førara og ferðafólki. Hesin maðurin, sum er kenningur hjá løgregluni, er varðhaldsfongslaður í tvær vikur.
Fríggjakvøldið um klokkan nýggju, fekk løgreglan fráboðan um eitt egyptiskt ferðafólk, ið hevur gingið runt og selt ymiskar vørur, so sum tekningar og málningar og annað, uttan at hava neyðuga søluloyvið í lagi. Løgreglan hevur enn ikki fingið fatur á viðkomandi, og biðjur fólk um at lata frætta frá sær, um tey vita nakað um útlendingin.
Afturat hesum hevur løgreglan tikið ímóti tveimum ferðafólkaskipum, sum hava verið á Havnini um vikuskiftið, og gjørt tey neyðugu eftirlitini í samband við Shengen avtaluna.
Afturat hesum hava verið onkur smáttaríir, full fólk, sum eru koyrd heim og onkur húsaófriður, har løgreglan mátti út at fáa semju í lag aftur.
Nógv full fólk í Klaksvík
Nú Summarfestivalur hevur verið í Klaksvík, hava nógv fólk verið har um vikuskiftið. Løgreglan hevur havt úr at gera við smáttaríum og fullum fólkum, men yvirhøvir hava fólk skikkað sær væl á festivalunum.
Hósmorgunin vóru tveir feðgar farnir til hendurs, og annar av teimum varð tikin við á støðina. Seinnapartin hósdag kom tann fyrsti fulli gesturin inn at sita rúsin av sær, og á miðnátt hósdagin kom nummar tvey gestur inn.
Ein persónur legði seg ímillum eina handtøku hósnáttina, og hetta úrslitaði í at tann, ið upprunaliga skuldi handtakast slapp til rýmingar, og hann, ið legði seg ímillum varð handtikin fyri at forða løgregluni í arbeiði. Hin persónurin var tó handtikin seinni.
Nøkur slagsmál hava verið, og løgreglan hevur verið boðsend at skilja sundur aftur. Men teir hava fingið góða hjálp frá vaktarfólki og samarittum, og hetta hevur generelt spæl væl av.
Lá beinbrotin uttanfyri Kiosk Vár
Fríggjadagin á miðdegi fekk løgreglan í Klaksvík fráboðan um at ein maður lá uttanfyri Kiosk Vár í Klaksvík. Tað vísti seg so, at maðurin hevði brotið beinið, og tískil varð hann koyrdur beint á sjúkrahúsið til viðgerðar.
Leygarmorgunin fekk løgreglan fráboðan um ófrið við Keypssamtøkuna í Klaksvík. Har hevði onkur tikið nakrar vognar, ið verða nýttir til at koyra vøru í, og rent á bilar við hesum.
Um klokkan eitt náttina til sunnudagin fekk løgreglan fráboðan frá tveimum fólkum, ið sótu og passaðu eitt barn fyri eina mammu, sum var farin á bingo, men sum ikki varð komin afturíaftur. Sum tað ljóðaði á hesum fólkunum varð hetta ikki fyrstu ferð, og barnaverndin er nú farin upp í málið.
Tveir feðgar vóru eisini farnir til hendurs í Klaksvík og pápin varð tikin við á støðina.
Um klokkan fimm sunnumorgunin kom løgreglan fram á ein mann, sum sat avdottin aftanfyri róðrið í bilinum. Hesin varð so vaktur og foreldrini ringd upp og biðin at koma eftir honum.
Annars hava sera nógv full fólk verið inni á støðini og annars eisini koyrd á sjúkrahúsið. Tey fólk, ið búgva í Klaksvík, ella fingu upplýst hús, har tey kundu gista, vórðu koyrd heim, meðan hini, og kanska serliga avbygdafólk sum ikki vistu nakran góðan í Klaksvík vóru tikin inn í brummuna at sova rúsin av sær. Onkur varð eisini koyrdur til Havnar at sova rúsin av sær.
Samanumtikið letur vakthavandi í Klaksvík tó væl at, og sigur at í mun til hvussu nógv fólk hava verið í Klaksvík um vikuskiftið, so hevur gingið friðarligt fyri seg. Nógv smáttaríir hava verið, og løgreglan hevur verið boðsend ofta, men í høvuðsheitum hevur alt gingið væl.