Løgreglan hevur fingið fýra fráboðanir í morgun í sambandi við illveðrið. Talan er ikki um stórar skaðar, men stormskaðar gera eftir øllum at døma um seg kring alt landið.
- Vit hava fingið fráboðan úr Vági, Klaksvík, Leirvík og Havn. Eitt vindeyga er farið ígjøgnum, okkurt lok til ein hitapott er fokið av, og so er talan um klædning, sum er illa farin, sigur vakthavandi hjá løgregluni við in.fo í morgun.
Annars hevur løgreglan gjørt átøk í nátt. Eitt lið hevur verið norðan fyri við ferðmátingarlasaranum, og hetta bleiv til trý mál. Ein persónur fekk klipp í koyrikortið, tí hann koyrdi 106 km/t. Aftrat hesum var talan um tvær treytaðar frádømingar, har persónarnir koyrdu ávikavist 118 km/t og 120 km/t.
Haraftrat hevur løgreglan klipt 11 plátur í Suðurstreymoy. Hetta var tí, at bilførararnir millum annað ikki høvdu goldið trygging, vegskatt, og onkur var ikki komin til sýn við bilinum.