Nógv tiltøk hava verið ymsastaðni hetta vikuskiftið, men løgreglan sigur, at tað hava tey ikki merkt nógv til.
Ríðistevna var við Leynavatn, har var løgreglan fram við, men har var stak friðarligt og tey hoyrdu ongantíð nakað aftur. Countrystevna var í Vágum men haðani hoyrdi Løgreglan heldur einki, so har var stak friðarligt.
Á Skálafirði var eystanstevna, men heldur ikki hon hevur elvt til kvalir hjá løgregluni, tó varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Runavík í morgun. Og tíðliga í morgun varð eisini boðað frá einum ferðsluóhappi í Sundalagnum, har ein bilur hevði rent á ein garð.
Fleiri fólk vóru í bilinum og løgreglan hevur illgruna um, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, so har verða blóðroyndir tiknar. Tvey fólk fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar, men at síggja til høvdu tey ikki fingið nevniverdan skaða, sigur løgreglan.
Tað var eisini nógv fólk í býnum í Havn í nátt og tað gav løgregluni nakað av arbeiðið. Trý fólk vóru so ólátað í brennivíni, at tey fáa bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar, tí tey órógvaðu so illa. Tann eini persónurin av teimum breyt ein rút í Gongugøtuni, men løgreglan ger ikki stórt meiri við tað, tí viðkomandi hevur játtað at rinda fyri skaðan
Men seinnapartin í gjár var ein maður illur í sær uttan fyri FK í miðbýnum í Havn. Hann var so illur, at hann sparkaði nakrar bilar, sum stóðu parkeraðir, og tá tann eini bilførarin fór yvir til hann at átalað framferðina, var maðurin eisini hóttandi ímóti honum. Løgreglan sigur, at hann er sostatt skuldsettur fyri herverk og hóttandi atburð.
Eisini í hesum førum var rúsdrekka uppi í, og maðurin var komin til ilnar við ein annan stutt áðrenn, men fór so at sparka bilarnar fyri at lætta av sær.










